Aftur

Stutt um ALTUM

ALTUM í verandi skapi samlar tíðindastubbar frá mest sum øllum teimum stóru føroysku tíðindaportalinum á alnótini á einum stað og loyvir brúkaranum at velja hvørjar av hesum hann vil síggja.


Málið er at savna allar teir føroysku tíðindaportalarnar á einum stað og loyva brúkarnum at solda frá, so at tíðindastreymurin er júst til tørvin. Eisini fer brúkarin at kunna skipa tíðindastreymin júst soleiðis sum honum lystir við raðfylgju og uppstilling av tíðindastubbum. Hareftir fer ALTUM at bjóða eina tænastu sum loyvir øllum brúkarum at leggja viðmerkingar til allar tíðindastubbar.


ALTUM sum tænasta hevur útlendska heiti 'News aggregator' sum samlar leinkjur til innihaldi hjá tíðindaportalunum. ALTUM eftirgerð ella avskrivar ikki innihaldi í nakrari grein, men er einans eitt savningsstað til hesar.


Dagføringar koma so leypandi. Spurningar og annað kann vendast til aribrendbech@gmail.com